Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stríðsmanninum Kára Petersen til minnis

Martin Fjallstein

Mikudagin 21. oktobur andaðist Kári Petersen í Havn 82 ára gamal. Heilsan bilaði honum, og leingi høvdu eyguni svikið hjá manninum, sum var fotografur. Mangan leitaði hann sær læknahjálp heima og niðri, meðan enn breytst í honum vreiðin ímóti órætti og tørv teirra veikaru í samfelagnum. Bersøgin var hann, og hann vandaði sær ikki altíð um orðini. Kári varð hoyrdur, har hann legði uppí.

Mikudagin 21. oktobur andaðist Kári Petersen í Havn 82 ára gamal. Heilsan bilaði honum, og leingi høvdu eyguni svikið hjá manninum, sum var fotografur. Mangan leitaði hann sær læknahjálp heima og niðri, meðan enn breytst í honum vreiðin ímóti órætti og tørv teirra veikaru í samfelagnum. Bersøgin var hann, og hann vandaði sær ikki altíð um orðini. Kári varð hoyrdur, har hann legði uppí.

Í sjúkraørindum í Keypmannahavn gisti Kári ofta á Sjúklingahotellinum Tórshavn, har hann sá, at hóast hotellið var kærkomið hjá fólki í sjúkraørindum, so stóð teimum ov lítið í boði at taka sær til, meðan tey bíðaðu har í dagar og vikur eftir viðgerð ella svari frá sjúkrahúsi. Stúrandi, mótleys og við heimlongsli var so skjótt til at keðast. Okkurt mátti gerast!

Tað brast fyri nev, tá ið Verkamannafylkingin, flokkurin, sum kom á Løgting í 1994, men ikki aftur í 1998, á heysti 2001 avgjørdi, at lata sínar ognir til vælgerandi endamál. Tá var væl arbeitt, so úrslitið varð, at peningurin varð latin Sjúklingahotellinum til frama. Ein Trivnaðargrunnur varð stovnsettur við hesum stovnsfænum, og Kári gjørdist hin eldhugaði nevndarformaðurin. Grunnurin hevði til uppgávu at umsita peningin og at útvega meira til sama endamálið. Eisini varð ein trivnaðarnevnd skipað í Keypmannahavn, sum skuldi taka sær av tiltøkum á hotellinum. Tá var heppið, at Niels Jacob Nielsen úr Runavík, sum var fúsur til verka, gjørdist formaður í henni.

Semja var um at fáa ein buss og sjálvbodnar førarar, sum regluliga kundu fara túrar við sjúklingum og avvarðandi. Tað var kortini tógvið stríð at finna ein brúktan buss, sum ráð vóru til, og sum var hóskiligur. Formaðurin í Trivnaðarnevndini loysti hetta til fulnar, og bussurin, sum kallaðist Sóljan, kom um ársskiftið 2003/2004. Sjálvboðin koyrdu henda 9 persóna bussin og fóru víða hvar við búfólki tey næstu árini. Samstundis stríddust báðar nevndirnar við at finna stev og gott samstarv, tí peningur skuldi eisini bæði til raksturin og um fá ár at fáa ein betri buss. Kári var slóðbrótarin, og hann hevði sítt serliga stev. Tað kravdi sítt hjá nevndunum at finna rætta stevið, men framá gekk og spakuliga nærkaðist dagurin, tá ið gamla Sóljan, sum nú var um 18 ár, at enda varð seld í 2014 og ein góður, brúktur bussur til 13 persónar keyptur. Uttan grunnin og eldhugað fólk, sum útvegaðu grunninum pening ella leitaðu eftir góðum bussloysnum, hevði hetta ikki borið til.

Nýggja Sóljan er eitt virðiligt minnið um Kára Petersen, sum fyri fáum árum síðani læt formanssessin til Sólbjørn Thomsen í Havn. Eisini hevði Trivnaðarnevndin í 2011 fingið nýggjan formann, tá ið Niels Jacob flutti heimaftur, og Heðin Kjelnæs úr Klaksvík tók við eftir hann. Sóljan og tær báðar nevndirnar í góðari samvinnu til frama fyri Sjúklingahotellið eru varðin, ið stendur eftir slóðbrótaran og stríðsmannin Kára Petersen, sum hóast heilsan bilaði honum, ongantíð legði rættiliga frá sær. Vit hittu hann viðhvørt hesi síðstu árini á Sjúklingahotellinum og fingu eitt prát um tann góða bussin. Stríðsmaðurin var viknaður og blindur, men Jenny, kona hansara, fylgdi honum trúliga og var um hann. Tey bæði eiga mikla takk fyri arbeiðið. Friður veri við minni hansara.

Við samkenslu vegna Trivnaðargrunnin og Trivnaðarnevndina

Martin Fjallstein