Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stroyma býráðsfundirnar í Klaksvík

Dávur Winther

Royndarverkætlan er gjørd við Raclip um at stroyma býráðsfundirnar í Klaksvík. Fyribils er talan um eina roynd á hálvt ár, sum so verður eftirmett.

Royndarverkætlan er gjørd við Raclip um at stroyma býráðsfundirnar í Klaksvík. Fyribils er talan um eina roynd á hálvt ár, sum so verður eftirmett.

Stroymingin virkar væl og er eisini eitt gott skifti millum myndatólini. Samstundis tykist áhugin stórur fyri fundunum frá fólki, sum sita runt umkring og hyggja og lýða á.

Til seinasta býráðsfund 24. apríl lá hyggjaratalið um 80 í meðal, meðan tá ið flest fylgdu við – helst tá ið “Uppskot um umskipan av skúlabygnaðinum í Klaksvík – støðutakan til bygnað” var til viðgerðar, vóru tað 130 teldur, kanska enn fleiri fólk, sum fylgdu við á netinum umvegis telduna heima.

Samanborið við líknandi royndir aðrastaðni, er henda hyggjarafjøldin ikki so lítil. So fyribils kann sigast, at áhugin fyri at fylgja við býráðsfundunum í Klaksvík umvegis stroymingina, er góður.

Til ber eisini at møta upp í býráðshøllini og lurta eftir býráðsfundunum, sum altíð hevur verið ein møguleiki, men hesin hevur verið lítið nýttur.

Skráin fyri býráðsfundin 24. apríl:

Val av tiltakslimi í nevndina hjá SEV

Matstovu- og skeinkiloyvi til matstovuna Jacqson – Politiið í Føroyum

Mannagongd fyri avgreiðslu av við- ella frámælum í samb. við skeinkiloyvir

Umsókn um skattafrælsi – Kl. Sjónleikarafelag

Umsókn um skattafrælsi – Kl. Badmintonfelag II

Marknaumskipan millum matr. nr. 651a, 650a og 639 við Vágsheygsgøtu

Sundurbýti og samanlegging í Mikladali

Uppskot um umskipan av skúlabygnaðinum í Klaksvík – støðutakan til bygnað

Konta til ráðgeving –eykajáttan, fyrra viðgerð

Nýggjur lastbilur til Vegadeildina –flyting millum kontur, fyrra viðgerð

Fastognir – óbrúkt játtan – framflyting frá 2013 til 2014 –seinna viðgerð

Kl. Havn – óbrúkt játtan – framflyting frá 2013 til 2014 –seinna viðgerð

Framflyting av upphædd til 2014, Heimið við Vágna –seinna viðgerð

Stormskaðar 2013/2014 – Umvælingarkostnaður í 2014 –seinna viðgerð

Svínoy; rennigravari – flyting millum kontur –seinna viðgerð