Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stuðlið KÍ-kvinnum, tær skulu til Europa Cup

Oliver Joensen

Í morgin, tvs. leygardagin 31. januar kl. 10.00, hava KÍ kvinnurnar køkutombola á Shell Støðini.

Bólturin rullar aftur og KÍ kvinnurnar, sum ikki einaferð, leggja hart út. Tær skulu til Europa Cup um ikki so langa tíð, og í hesum tíðum er ikki so lætt at fáa pening til slíkt. Tað er tí at vóna, at øll, ið hava møguleikan, møta upp á Shell ímorgin, og vísa teimum stuðul.