Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stuðul av játtanini til umhvørvisverndartiltøk

Fiskimálaráðið

Fiskimálaráðið umsitur eina játtan, hvørs endamál er at stuðla tiltøkum, sum:

Fiskimálaráðið umsitur eina játtan, hvørs endamál er at stuðla tiltøkum, sum:

· menna vitanina um umhvørvið og náttúru,

· virka dálkingarfyribyrgjandi og –avmarkandi

· verja landsløg, djóra- og plantusløg

· kunna almenningin um umhvørvis- og náttúruviðurskifti og

· stuðla undir orkusparandi tiltøk.

Av játtanini er tøkur peningur at søkja kr. 400.000,-.

Til ber hjá einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum at søkja um stuðul.

Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað.

Umsóknarblað og reglugerð kunnu heintast á heimasíðu Fiskimálaráðsinswww.fisk.fo ella við at venda sær til Fiskimálaráðið.

Freistin at søkja um stuðul er 1. februar 2014.

Umsóknir skulu sendast til:

Fiskimálaráðið

Postboks 347

110 Tórshavn

Ella til teldupost fisk@fisk.fo