Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stuðulskonsert á Toftum fyri Ísraelstoymið

John William Joensen

Í kvøld (fríggjakvøldið 2. mai) kl. 20.00 skipar Ísraelstoymið ’14 fyri stuðulskonsert í missiónshúsinum Tabor á Toftum.

Í kvøld (fríggjakvøldið 2. mai) kl. 20.00 skipar Ísraelstoymið ’14 fyri stuðulskonsert í missiónshúsinum Tabor á Toftum.

Tað verður rættiliga fjølbroyttur sangur og tónleikaframførslur á skránni. Tey, ið framføra, eru Heine Lützen, Harmonikuvinir, Olvheðin Jacobsen og T.O.S. Á skránni er eisini felagssangur, andakt, frágreiðing um ferðina, drekkamunnur og høvi er at geva eina gávu til Ísraelstoymið ’14.
Ísraelstoymið fer aftur í summar at samstarva við eina kirkju í Isfiya í Norðurísrael, har toymið fer at tæna og hjálpa til við summarlegum, hjálpararbeiði og øðrum. Toymið, ið telur 15 persónar, fer avstað 10. juli og verður aftur 1. august.