Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stúgvandi fult á Herluf’s Kafé

Jóhann Lützen

Yvir 70 fólk komu framvið í Bøgøtu at hugna sær fyrrapartin

 

Fyrireikararnir hava rakt plett. Hópin av fólki møttu í Herluf’s Kafé í morgun. Løtan var frá kl 9 til 12. Kvinnur, menn og børn hugnaðu sær óført. 

Vit frætta at fleiri góðar vóru fortaldar, sungið varð við bæði guitar og bassi undir. 

Kaffi, rundstykkir og køkur vóru at fáa. Fólk leggja eitt oyra í eina bússu. 

Vit vóru framvið og hildu at fólk mugu kunna fara á kafé uttan at enda í mynd á Norðlýsinum 

Næsta leygardag verður aftur opið á Herluf’s Kafé