Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stuldurin á Viðareiði – stórur partur av stolnu pengunum komin til vega

Politii

Við góðari hjálp frá fólki í Norðoyggjum, hevur politiið nú fingið til vega megin partin av stóru peningaupphæddini, ið bleiv stolin á Viðareiði.

Politiið fekk seinnapartin fyrradagin eitt ”tip”sum førdi til, at megin parturin av stolnu peningaupphæddini bleiv funnin.

Ongin er enn skuldsettur í málinum, men politiið hevur onkran illgrunað til hvør viðkomandi kann verða, ið hevur framt stuldurin.

Av tí at kanningararbeiðið ikki er komi á mál, kann politiið ikki nevna nakað um hvussu stór peningaupphædd talan er um ella hvar peningaupphæddin er funnin.

Politiið takkar øllum teimum. ið hava ringt og hjálpt til við kanningararbeiðinum.