Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sturridge bjargaði Onglandi

Danial Viðoy

EM 2016: Ongland hevur júst nú vunnið 2-1 á Wales og hevur nú lagt seg á odda í bólkinum. Hóast tað leingi sá út til aftur at gerast til ein javnleik, var tað Ongland, sum í allarsíðstu løtu vann dystin.

mynd: theguardian.com

EM 2016: Ongland hevur júst nú vunnið 2-1 á Wales og hevur nú lagt seg á odda í bólkinum. Hóast tað leingi sá út til aftur at gerast til ein javnleik, var tað Ongland, sum í allarsíðstu løtu vann dystin.

Tveir minuttir inni í yvirtíðini skoraði Daniel Sturridge higartil týdningarmesta málið fyri Ongland.

Ongland hevði fyri tað mesta bóltin í fyrra hálvleiki, men tað legði Gareth Bale onki í. Í minutti 42 legði Bale Wales á odda 1-0 við beinleiðis frísparki. Joe Hart átti at tikið bóltin, uttan at taka nakað frá Bale.

Raheem Sterling kundi lagt Ongland á odda í sjeynda minutti, men var óneyvur frammanfyri málinum. Eisini var Chris Smalling sera tætt við eftir hornaspark, men bólturin fór dygst fram við handaru stong. – Onglendingarnir føldu seg órætt viðfarnar í 31 minutti tá ið hond var á bóltinum í brotsteiginum hjá Wales, men donsku viðmerkjararnir meta ikki, at hetta var brotsspark.

Roy Hodson, enskur landliðsvenjari, gjørdi í hálvleikinum tvær innskiftingar, sum skuldu vísa seg at avgera dystin. Fyrst var tað Jamie Vardy, sum javnaði, og í yvirtíðini avgjørdi Daniel Sturridge dystin.

Bólkur: B, umfar: 2

Dystur: Ongland – Wales

Mál pr. min.:

0-1 Gareth Bale, Wales (42)

1-1 Jamie Vardy, Ongland (56)

2-1 Daniel Sturridge, Ongland (90+2)

Útskiftingar:

Ongland (3): 45 – Jamie Vardy fyri Harry Kane, Daniel Sturridge fyri Raheem Sterling, 73 – Marcus Rashford fyri Adam Lallana.

Wales (2): 67 – David Edwards fyri Joe Ledley, 72 – Jonathan Williams fyri Hal Robson-Kanu