Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stutt aftursvar til Hans Andrias

John William Joensen

HAS sigur, at eg eigi at taka støði í onkrum teksti, sum hann sjálvur hevur skrivað, her er eitt støði: “(At Gud), sum tó man vera avmarkaður til mekanismur í menningarlæruni.”

Menningarlæran er sambært HAS væl testað, og er gudurin avmarkaður til eina mekanismu, er hann ikki longur metafysiskur, men kann testast. Tí hevur HAS mótsagt sær sjálvum, við støði í sínum egna teksti.

Nú er HAS rættiliga farin av sporinum, tá hann kemur við tvætlinum um ivan hjá Darwin, at tað einans er retorikkur frá hansara síðu. Her fer HAS ógvuliga lætt um sannleikan, hann er væl vitandi um, at soleiðis er veruleikin ikki. Origin of Species er øll sum hon er ein ivaspurningur, eitt ástøði, sum eftirtíðin hevur roynt at prógva, higarti uttan úrslit, og í framtíðini uttan úrslit. HAS sigur eisini, at : “Bókin hjá Darwin snýr seg ikki um uppruna lívsins; hon snýr seg einans um upprunan til artirnar.” Skilji hvør hetta, ið skilja tað vil. Eg fari at spyrja HAS hvar skilnaðurin ella munurin í hansara tankaverð er ímillum uppruna lívsins og uppruna artarinnar ? Hetta er í mínum hugaheimi bagvendur retorikkur, ja, tað ið verri er : Hetta er beinleiðis at villleiða og at tvætla. Og tað er júst tað, sum evolutiónistar, vónandi móti betri vitandi royna at gera. Prógvini fyri at uppruni lívsins ella artarinnar ikki komu úr eini suppu(sum evolutiónistarnir hevda) eru so yvirfloymandi stór, at tað skal ein ómetaligur heilaspuni til at “upphugsa” tað mótsetta. Men mong menniskju eru tíverri soleiðis samansett, at tey hava valt at “trúgva” hinum ótrúbæra. HAS tykist hava ognartikið vísindina, soleiðis, at alt sum ikki passar inn í hansara puslispæl er óheiðurligt og hevur manglandi vitan. Men soleiðis hongur vísindaverðin heldur ikki saman.

Her eru nøkur fá av túsundum av prógvunum, sum ateistar og evolutiónistar í øldir hava ligið skerflatir í royndini at mótprógva, men sjálvandi fer tað ongantíð at eydnast, tí hin “ósanna vísindaverðin” hevur prógvað, at menningarlæran er eitt misfostur, ein lygn og ein háðan ímóti mannaættini:

Prógvini fyri at lívið ongantíð kemur frá ikki-livandi evnum, eru í slíkari yvirflóð, at hetta er sjálvur hornasteinurin í vísindini, tað verður kallað : MEGINREGLAN í BIOGENESIS (livandi lutir koma bert frá livandi lutum). Hóast hetta so TRÚGVA (sig so at teir ikki eisini trúgva) ateistar og evolutiónistar, at lívið einaferð byrjaði sjálvkraft frá kemiskum evnum, sum kemur frá rótini, sum merkir “Ikki Biogenetiskt”. Evolutiónistar dáma betur ikki at brúka gamla navnið “sjálvkravd menning.” Hetta vita allir sannir vísindamenn.

Amino Acids er eitt molecyl, har eru tvey sløg: Helvtin verður kallað vinstra-handað, og hin helvtin høgra-handað. Bert vinstra-handað Amini Acids virka í livandi lutum. Proteinir, sum innihalda høgra-handaðar Amino Acids, hava ikki rætta skapið, og fáa ikki samband við proteininar rundanum tær. Kann líknast við at taka eitt stykki av einum puslispæli, venda tí á ranguna og royna at fáa tað at passa í aftur. Tað hevur somu stødd og sama skap, men gongur ikki í, tí tað vendir skeivan veg. Amino Acids formaðar í náttúruni ella í royndum, kunnu ikki brúkast at gera proteinir av livandi lutum, tí helvtin er vinstra-handað og hin helvtin høgra-handað. Hetta prógv, saman við tí veruleika, at proteinir aldri “forma” uttanfyri eina kyknu, ger enn meiri skilligt, at lív kann ikki koma frá organiskari suppu. Hetta vita allir sannir vísindamenn.

Hugsar tú um DNA sum bókasavnið hjá kyknuni, og RNA sum eina bók, sum kann verða kannað eftir á bókasavninum; eitt slag av RNA kannar ella (kekkar) upplýsningarnar frá DNA, til tess at raðfesta vinstra-handaðar Amino Acids í rættari røð til eina ávísa protein. Amini Acids eru tá leinkjaðar saman við eini “molekyl maskinu”, gjørd av einum øðrum slagi av RNA og nógvum proteinum. Hvør kykna sær hevur nógv sløg av “molekyl maskinum.” Av tí at eingin maskina eksisterar, sum ikki hevur ein klókan uppfinnara, so eru PRÓGVINI uppaftur størri, at hvør einstøk “kyknumaskina” hevur ein Intelligentan Skapara.. Hetta vita allir sannir vísindamenn.

Eftir at hava lært í 50 ár, at lívið byrjaði táið Amino Acids leinkjaðist saman í organiskari suppu í havinum og formaðu proteinir, hava ateistar og evolutiónistar slept hesum uppáhaldi tí :

1. Amino Acids miðsavnast ikki í havinum, Nei, tær spreiðast og farast(oyðileggjast).
2. Uttanfyri kyknuna kunnu Amino Acids ikki leinkjast saman í náttúruni at forma proteinir, nei, enntá ikki við hjálp frá vísindafólki, tá hesir keypa allar vinstra-handaðar Amino Acids frá einum kemiskum goymsluhúsi, fyri at gera eina “fullfíggjaða” organiska suppu.
3. Proteinir kunnu ikki koma saman við DNA í eini uppruna-suppu, tí DNA “formast” ei heldur uttanfyri kyknuna. Vísindamenn kunnu ikki skapa DNA í laboratorium. Nógvir ateistar og evolutiónistar hava slept følsku hugsaninni, at lívið byrjaði táið proteinir vórðu formaðar í uppruna-suppuni, fyri síðani at TRÚGVA hinum enntá størra falska uppáhaldinum, at RNA kundi gera á sama hátt. Hetta vita allir sannir vísindamenn.

Hetta er alt nýggj vísind, spildurnýggj. Hans Andrias heldur lítið um vísindamenninar, sum doyðu fyri hundrað árum síðani, eg meinti Charles Darwin doyði 19.apríl 1882. HAS heldur eisini, at tað verður ikki lætt at vinna hetta stríðið; hetta stríðið er langt síðani vunnið. Sannleikin vinnur altíð á lygnini, altíð, bæði í fyrstani og í síðstuni.

Sálomon sigur: “Um tú so stoytir dáran í mortaranum við stoytaranum mitt ímillum grýnini, víkir dárskapur hansara kortini ikki frá honum.”

Victor á Lakjuni

Harleywoodpaint