Stutt andakt fríggjadagin
Hósdagur 7. Mars
DAGLIGUR BÍBLIULESNAÐUR: 2.Mós.25; Sálm.69; Áp.14
Men Eg havi tað ímóti tær, at tú ert farinfrá hinum fyrsta kærleika tínum. Hugsa tí um, hvørjum tú ert fallin frá, og vendvið og ger somu verk sum áður! Annars komi Eg á teg og skal flyta ljósastakatín úr staði hansara – um tú vendir ikki við. Op.2.4-5
Orðini til samkomunaí Efesus vóru strong. Teirra virksemi, áhaldni og andaliga skynsemi vórumerkisverd, og Harrin viðurkendi tey eisini, vers 2. Men hjarta teirra var ikkiknýtt at Honum, og tað gjørdi, at um tey enn høvdu nógv um at vera, so varandaliga tilvera teirra eitt mekaniskt, tómt og innihaldleyst eiti.Heilivágurin var at koma aftur til Frelsaran – teirra fyrsta kærleika ellateirra fyrsta andaliga forelskilsi. Hetta er ein viðkomandi áminning til okkaraum fyrsta ”prioritetin” í allari andaligari tænastu – ein inniligur kærleikitil Harran Jesus Kristus.
Úrvalt
Mangan í stillastu skýmingarstundum
merkir tú Harran tjaldinum nær,
hoyrir hans rødd so trúfasta, eyma
granskandi spyrja: Elskar tú meg?
2. Elskar tú heimsins glitrandi gleði,
elskar tú jarðar jagstrandi lyst?
Tá kanst tú ikki kærleik mín kenna
ella meg elska, sum eg vildi ynskt.
3. Elskar tú hálu heiðursins hæddir,
tráar tú ríkdóm, ræði at ná?
Tá kanst tú ikki elska hins eyma
eyðmjúka Jesu krubbu og kross!
4. Elskar tú tímans flýggjandi tómleik,
grevur í grúsi, væntar tær gull?
Tá er hin eina perlanna perla
enn ikki vorðin dýrmett hjá tær!
5. Hugsa, hvat Harrin gjørdi og ger tær,
minst, hvat hann lýðin leið fyri teg!
Hygg, hvar hann fer frá krubbu til krossin,
einsamur, eina, leið fyri teg!
Nr. 308 í SGF




