Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stutt prát við Jón Simonsen, høvuðsvenjara hjá ÍF: ÍF styrkir seg til komandi kapping

John William Joensen

– Inntil víðari hava vit styrkt okkum liðið við 3 leikarum, og vit arbeiða við at fáa einar tveir afturat, sigur Jón Simonsen, høvuðsvenjari, sum í ár førdi ÍF uppaftur í Formuladeildina.

Tað undrar neyvan nakran fuglfirðing, at høvuðsvenjarin hjá ÍF heldur fram í starvinum, eftir at hann í ár førdi felagið uppaftur í Formuladeildina.

Jón Simonsen, sum annars er føddur og uppvaksin í Klaksvík, og sum í tí dagliga selur sethús, hevði nevniliga góðan vind í seglunum sum ÍF-venjari í 2007, har liðið tóktist blíva bara betur, sum tað leið út á kappingarárið.

Varðveita so at siga alt liðið
– Vit varðveita so at siga alt liðið, upplýsir Jón.

– Kortini sleppa vit ikki heilt undan frágongd, tí vit hava mist ein stuðulsleikara, Høgna Zachariassen, sum er farin til EB/Streym.

Men styrkja tit so um liðið til Formuladeildina?

– Ja, inntil víðari hava vit gjørt avtalu við 3 leikarar. Ein er úr Serbia, ein úr Ungarn, og so hava vit eisini gjørt avtalu við málmannin hjá LÍF, Rógva Ryggshamar, sum er á leið 19 ár. Hann hevur m.a. verið á U19-landsliðnum.

– Vit arbeiða við at fáa einar tveir afturat, og eg rokni við, a tað kemur undir land um ikki so langa tíð, sigur Jón Simonsen, sum eisini komandi ár fer at hava Roy Róin við sína lið sum hjálparvenjari.

Byrja venjingar hósdagin 3. jan.
Jón Simonsen upplýsir, at ætlanin er at byrja at venja hósdagin tann 3. januar.

– Onkrar smávegis fysiskar venjingar eru hesa tíðina, men tað er rættiliga avmarkað.

– Sjálvur havi eg tað áskoðan, at fótbóltsárið er ríkiliga langt fyri vann vanliga fótbóltsspælaran.

– Vit byrja jú longu í januar, og kappingin endar nú seint í oktober. Venjingar eru áleið 4 kvøld um vikuna umframt dystardagarnar, so tá vit koma út í oktober, trekkir tú tað seinasta út spælarunum, sum hava verið í sving síðan ársskiftið.

– Tí meti eg tað ikki at vera grundarlag fyri at krevja meira um veturin. Ein kann sjalvandi halda seg sjálvan viðlíka, men tað er á sjálvbodnum støði, sigur ÍF-venjarin, sum longu er byrjaður at gleða seg til at byrja aftur upp á fótbóltsárið 2008.

Gera ábøtur á stadionøkið
Í løtuni eru fuglfirðingar í holtur við at gera ábøtur á stadionøkið í býnum.

Hetta er sjálvandi neyðugt, nú besta fótbóltsliðið hevur tryggjað sær pláss í Formuladeildini, har krøv eru til ymisk viðurskifti, eitt nú til sitipláss kring vøllin.

– Tað var ein leygardag, at vit tryggjaðu okkum uppflytingina, og longu mánadagin eftir byrjaðu teir at arbeiða upp á økið uttan um vøllin, sigur Jón við einum smíli.
Og tá tað kemur til fótbólt, so hava fuglfirðingar orsøk at smílast í løtuni, nú teir um nakrar fáa mánaðar aftur fara at síggja Formuladeildarfótbólt á vøllinum.

Sitiplássini, sum væntandi verða áleið 300 í tali, verða klár til kappingarbyrjan 2008.

Harleywoodpaint