Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stutt prát við KÍ-venjaran eftir Hammarby-dystin: Eyðun Klakstein væl nøgdur við avrikið

Norðlýsið ÍTROTTUR

– Spælararnir stríddust sera væl, teir vóru væl skipaðir, og teir hildu seg til lagda taktikkin, segði Eyðun Klakstein KÍ-venjari m.a. eftir fyrra dystin ímóti Hammarby í Intertoto-Cup kappingini.

Høvuðsvenjarin hjá KÍ er sera væl nøgdur við tað, sum hansara leikarar leygardagin avrikaðu á vøllinum í Råsunda Stadion:

– Spælararnir stríddust sera væl, teir vóru væl skipaðir, og teir hildu seg til ætlanina, sum vit høvdu lagt, staðfesti Eyðun, tá vit høvdu hann í telefonini eftir dystin leygardagin.

– Vit vildu hava eitt gott úrslit við okkum heimaftur, og tað fingu vit. Bert spell, at vit ikki skoraðu eitt mál, tí vit høvdu kjansir til at skora.

Hópurin betur
samansjóðaður

– Ferðin hevur verið góð fyri liðið. Vit hava fingið samansjóðað hópin enn betur, og lagið hevur verið gott allatíðina.

– Vónandi kunnu vit brúka hesar uppgávurnar til at betra um okkara úrslit í heimligu kappingini. Tað er eingin ivi um, at vit eru á rættari kós, og vit skulu nokk koma sterkt aftur.