Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stuttfilmur um føroyska skipasøgu í Atlantis í kvøld

John William Joensen

Umframt fyrilestur um Fischer Heinesen verður eisini ein stuttur filmur við brotum úr føroysku skipasøguni, sýndur í Atlantis í kvøld kl. 19.

Í filminum eru m.a. hesi brotini

1
Váðaklettur verður sjósettur á Stórubeding í 1945-46

2.
Umborð á Medicus – Hans Pauli Klein og Stærmose

3
Makjuvík verður sjósettur á Stórubeding 1945-46

4
Umborð á Dragasund – Guðleivur Thorsteinsson og Hans Jensen

5
Á sild norðanfyri við Dragasund – Guðleivur Thorsteinsson, Sverri Biskopstø, Sámal Jákup Hansen, Petur Poulsen o.fl. – Torvald Hansen tekur upp.

6
Fyrsti Skálaberg fer av Vánni fyri seinastu ferð

7
Dragaberg siglir av Vánni fyri seinastu ferð

8
Sjúrðarberg kemur í 1948 – Brittons Pride og maskinbáturin hjá Nølla.

9
Fergubáturin hjá Óla Jákup Jacobsen rør á vánni.

10
Flaggonga út á kajuna, KÍ marsjerar

11.
Kjølbro talar á brúgvarvonginum á Sjúrðarberg og Kaj Jóhannesen aftaná

12
Maskinrúmið á Sjúrðarberg

13
Sjúrðarberg landar saltfisk á Stórukaj – Dragaberg liggur viðsíðurnar av Sjúrðarberg

14
Jóannes Pætursson kemur fyrstuferð á Vánna við KG á bógnum.

15
Skálanes, Atlantsfarið og Liljan koma aftur av fiskiskapi í Grønlandi.

16
Sjúrðarberg við Stórukaj, fer avstað til fiskiskap

17
Skálanes brennur og søkkur í Grønlandi í 1961 

Filmurin sum er umleið 15 minuttir verður endursýndur allan leygardagin í framsýning á Brandstøðini.