– Hann stóð í sama stað seinast tá ódnarveður var og eftir tað surraðu vit bátin fastin – men hann sleit seg leysan
– Eg var norðuri og setti eyka enda á bátin eftir seinasta ódnarveðrið fyri góðari viku síðan.
– Báturin er eini fýra tons tungur og sum eg dugi at síggja er ein reim slitnað í ovaraborð og síðani hevur vindurin lyft bátin upp í luftina.
– Gronin for fyrst inn í ein bát sum stóð beint við og síðani lyfti vindurin bátin upp eftir enda og slepti honum eftir høvdinum niður í vegin.
– Tað er ótrúligt hvussu løgið vindurin rakar – tí bátar sum standa tætt við eru púra órørdir, sigur eigarin við Norðlýsið
Sí myndir av báti sum bleiv tingin av vindi, beint oman fyri bátabrúgvarnar.




