Luis Suarez er í kvøld komin út við einari almennari umbering fyri, at hann beit Giorgio Chiellini í HM dystinum millum Italia og Uruguay.
Luis Suarez skrivar m.a. á sínari twitter konto, at hann eftir nakrar dagar saman við síni familju hevur havt tíð at reflektera yvir hendingina í dystinum móti Italia.
Suarez sigur soleiðis:
Eg angri djúpt tað sum hendi
Eg biði Georgio Chiellini og alla fótbóltsfamiljuna um umbering
Eg lovi almenninginum, at hetta hendur ongantíð aftur
Niðanfyri kann almenna umberingin lesast á enskum í heilum líki.




