Í gjárkvøldið var ein fyrilestur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, sum Erik Hannerz, mentanarsociologur við universitið í Lund helt um punkarar og grafittimálarar, sum hann hevur fylgt í nógv ár – Hann hevur granskað í sub-mentanum í 15 ár.
mynd: Erik Hannerz, mentanarsociologur við universitið í Lund
Í gjárkvøldið var ein fyrilestur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, sum Erik Hannerz, mentanarsociologur við universitið í Lund helt um punkarar og grafittimálarar, sum hann hevur fylgt í nógv ár – Hann hevur granskað í sub-mentanum í 15 ár.
Í fleiri førum hava hesir ungdómar ikki havt tað gott við skúlan og útbúgvingarskipanina annars. Men tað, sum Erik Hannerz við síni gransking m.a. vildi vísa á, er, at tey ogna sær eina holla vitan innan eitt serskilt øki.
Tey gerast í summum førum ótilvitað góðir projektleiðarar, ljóð- ella ljósfólk. Góð til sáttmálaviðurskifti, samskifti, tí tey oftani skulu gera avtalur um sítt virki t.d. innan tónleik. Onkur teirra hevur eisini fingið góð størv innan grafik verkstøð og prentsmiðjur.
Tað, sum hevur verið avbjóðingin, hevur verið at hjálpt teimum við at skipa eitt CV, sum sigur hvørjar førleikur tey hava, ið tey so kunnu nýta til at komma inn í ymisk starvshøpi.
Bertel Harder, sum m.a. hevur verið danskur undisvísingarmálaráðharri, hevur verið inni á einum hugtaki, hann kallar ”Realkompetence”. Her verður hugsað um í størri mun at góðskriva ella viðurkenna áralangar arbeiðsroyndir, sum tað við styttri læru-/lestrartíð ber til at fáa eitt førleikaveitandi prógv í hondina fyri.
Nakað líknandi er tað, sum Erik Hannerz, kultursociologur er inni á, at kunna gera í Svøríki – at ungdómar, sum við síni í summum førum annarleiðis lívsleið hava ognað sær serliga vitan, lættari skulu kunna koma inni á eitt vinnuøki ella skúla.
Her er kunsturin kanska serliga ikki bert at tal um ella til hesi ungu, men tala við tey ungu á teirra støði, samstundis sum gáttin til eitt virki ella skúla vónandi kundi lækkað, í mun til teir førleikar, hesi ungu hava ognað sær.
Ber til at lækka gáttina, kann fyri báðar partar í flestu førum henda ein gagnlig nýmenning ella innavatión.
Í dag hevur verið skipað fyri einum verkstovu um hetta sama evnið í Mentnarhúsinum í Fuglafirði, sum Erik Hannerz frá Lund í Svøríki stendur fyri.




