Kvinnukórið Suð úr Klaksvík fer á konsertferð í Aberdeen og skulu millum annað hava eina konsert har 1. páskadag.
Langa fríggjamorgun fer kvinnukórið Suð úr Klaksvík á konsertferð til Aberdeen.
Tær fara at hava eina konsert í St. Machar Cathedral í Aberdeen 1. páskadag kl. 19:45.
Á skránni eru 16 satsir úr Messias hjá Handel. Tað eru bæði kórsatsir, sum eru útsettir til tríggjar kvinnurøddir, og síðani eru nakrar ariur og nøkur resitativ. Afturat Messias fara tær at syngja okkurt føroyskt og brot úr øðrum kendum verkum. Jóhannes Andreasen kemur við sum klaverleikari.
Suð fer eisini at framføra hesar satsirnar í Føroyum síðst í apríl og um hálvan mai.




