Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Suðuroyar Sparikassi hevur fyrra hálvár í 2009 havt framgongd í grundrakstrinum í mun til sama tíðarskeið í fjør.

John William Joensen

Úrslitið fyrra hálvár 2009, áðrenn kursjavnan, burturleggingar, avskrivingar og skatt er t.kr. 5.033 ímóti t.kr. 2.796 samanborið við 2008.

Roknskapurin fyrra hálvár 2009 hjá Suðuroyar Sparikassa:

Orsøkin til framgongdina kemst fyrst og fremst av øktum inntøkum gjøgnum sølu av produktum og øktum nettorentum. Suðuroyar Sparikassi hevur havt framgongd hóast hækkandi útreiðslur í samband við luttøku í Bankapakka I og tálmaðan vøkstur í útlánum sum ein avleiðing av Bankapakka I.

Hálvársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa í 2009 er 1,25 mio. kr. Kurstapið hjá stovninum er t.kr. 1.050 og avskrivingarnar eru t.kr. 353. Fyri sama tíðarskeið í fjør vóru hesi tøl ávikavist t.kr. 1.676 í kurstapi og t.kr. 347 í avskrivingum.

 Burturleggingarnar í 2009 vísa, at støðan er betri higartil í 2009 samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Í 2009 eru burturleggingarnar fyrra hálvár t.kr. 1.002 í mun til t.kr. 2.893 í 2008.

Fíggjarstøða sparikassans javnvigar við 613 mió. kr. ultimo juni 2009 ímóti 496 mió. kr. ultimo juni 2008. Hetta er ein vøkstur uppá 23,6%.

Suðuroyar Sparikassi hevur sum aðalmál at hava lægri útlán enn innlán. Úlánini eru í dag 83% av innlánum. Av hesum er 25% vinnulán og 75% privatlán, harav eru 66% bústaðarlán. Sigast kann tí, at Suðuroyar Sparikassi hevur sunn útlán.

Suðuroyar Sparikassi hevur fyrra hálvár 2009 havt ein vøkstur á 6% í útlánum samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Samanlagt eru útlánini 441 mió. kr. fyrra hálvár 2009, samanborið við 416 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

Innlánini í Suðuroyar Sparikassa eru 531 mió. kr. fyri fyrra hálvár 2009, samanborið við 442 mió. kr. somu tíð í fjør – innlánini øktust sostatt 20,1%.

Vøksturin í innlánunum stava í mestan mun frá, at Suðuroyar Sparikassi í 2008 fekk samstarv í lag við Posta.
Rakstrarútreiðslurnar hjá Suðuroyar Sparikassa eru øktar við 12,2% fyri fyrru hálvu í 2009 samanborið við somu tíð í fjør – útreiðslurnar eru farnar úr t.kr. 8.102 í 2008 til t.kr. 9.093 í 2009.

Eginpeningur sparikassans er t.kr. 40.920. Solvensurin ultimo juni 2009 er 11,6% í mun til 13,4% sama tíðarskeið í fjør – lógarinnar krav er 8%.

Orsøkin til fallið í eginpeninginum frá 2008 til 2009 stavar frá broytingum í roknskaparreglunum viðvíkjandi amortiseringum av provisjónum.

Suðuroyar Sparikassa hevur tað áskoðan, at fíggjarmarknaðurin fer at hava lýggjari vind innanfyri tað komandi árið.

Suðuroyar Sparikassa væntar at verandi gongd fer at halda fram, og at ársúrslitið fyri 2009 verður jaligt.