Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Suðuroyar Sparikassi lækkar rentuna

tíðindaskriv

Suðuroyar Sparikassi lækkar bústaðarlánsrentuna fyri 1. veðrætt til 4,19%. Hetta svarar til 2,68% eftir rentustuðul.

Suðuroyar Sparikassi lækkar bústaðarlánsrentuna fyri 1. veðrætt til 4,19%. Hetta svarar til 2,68% eftir rentustuðul.

1. veðrættur svarar til BústaðarLán undir 80% av virðinum á ognini ella keypsvirðinum.

2. veðrættur svarar til BústaðarLán yvir 80% av virðinum á ognini ella keypsvirðinum.

Rentan fyri BústaðarLán verður soleiðis 4,19% fyri kundar sum lána undir 80% av virðinum á ognini. Og vektaða rentan verður 4,85% fyri BústaðarLán upp til 100% av virðinum av ognini.

Rentan fyri BilLán lækkar somuleiðis frá 7,85% til 4,50%.

Nakrar innlánsrentur eru eisini fevndar av rentulækkingini, við upp til 0,40% stigum. Tó hevur Suðuroyar Sparikassi hækka rentuna á pensjónskontum til 2,0%, sum er landsins hægsta á pensjónskontum.

Broytingarnar í rentu og tænastugjøldum verður tøkt 27. desember 2013 á heimasíðuni, tá broytingarnar fáa virknað.