Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Suðuroyar Tunnilin fíggjar ikki seg sjálvan – Tí má landsstýrið finna eina samhaldsfasta loysn fyri allar undirsjóvartunnlarnar

John William Joensen

Vit kunnu øll fegnast um ætlanirnar hjá landsstýrinum at seta skjøtul á arbeiðið, at byggja ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar. Men ein fyritreyt fyri hesum stórbæru ætlanum er fíggingin og hvussu hon skal fáast til veða og hetta verður einkið sagt um. Vit vita sjálvandi at Suðurleiðin í dag kostar landskassanum umleið 60 mió. kr. árliga (avrundað), men til at fíggja rentur, avdráttir og viðlíkahald av einum komandi Suðuroyartunnli, skulu í minstalagi finnast 200 mió. kr. árliga. (Lán 3,5 mia yvir 30 ár, 2,7% rentu + viðlíkahald)

Vit kunnu øll fegnast um ætlanirnar hjá landsstýrinum at seta skjøtul á arbeiðið, at byggja ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar. Men ein fyritreyt fyri hesum stórbæru ætlanum er fíggingin og hvussu hon skal fáast til veða og hetta verður einkið sagt um. Vit vita sjálvandi at Suðurleiðin í dag kostar landskassanum umleið 60 mió. kr. árliga (avrundað), men til at fíggja rentur, avdráttir og viðlíkahald av einum komandi Suðuroyartunnli, skulu í minstalagi finnast 200 mió. kr. árliga. (Lán 3,5 mia yvir 30 ár, 2,7% rentu + viðlíkahald)

Í framløguni, sum landsstýrismaðurin fyri kortum legði fram og sum var framleitt av Landsverk, verður mett, at byggingin av Suðuroyartunnlinum fer at kostað 3,1 mia.. Um hetta kemur at halda er trupult, at meta um, tí enn eru ongar botnkanningar gjørdar og tí er grundarlagið fyri útrokningunum sera ivasamt. Nevnast kann, at fyri kortum søgdu metingar at samlaða íløgan var 4,5 mia. kr..

Samanbera vit Suðuroyartunnilin við Norðoyartunnilin, so er Suðuroyartunnilin fýra ferðir longri og sjey ella átta ferðir dýrari at byggja.

Um vit brúka fíggingina av Skálfjarðatunnlinum, sum fyrimynd, so kemur samlaða íløgan at kostað umleið 170 mió. kr. í rentum (2,7%) og avdráttum um árið yvir 30 ár.

Ein leyslig meting av viðlíkahaldinum (Norðoyatunnlin brúkt sum fyrimynd) sigur at viðlíkahaldi í minstalagi kemur at kosta 30 mió. kr. árliga. Helst verður Suðuroyartunnilin dýrari pr. metur, at viðlíkahalda, enn Norðoyatunnilin, tí tunnilin er munandi meira kompliseraður og krøvini til slíkar tunnlar, eru herd munandi síðan Norðoyatunnilin varð bygdur.

Men latið okkum siga at tunnilin kostar 30 mió. kr. í árligum viðlíkahaldi + 170 mió. kr. í rentum og avdráttum= 200 mió. kr. árliga í viðlíkahaldi, rentum og avdráttum.

Suðuroyarleiðin og Skopunarleiðin kosta landskassanum í dag (runt roknað) 60 mió. kr. árliga og vit kunnu ímyndað okkum at hetta heldur landskassin fram við at gjalda til Suðuroyartunnilin. (Um vit taka íløguna í nýtt suðuroyarskip við í roknstykkið kostar suðuroyarleiðin landskassanum nærri 100 mió. kr. um árið)

Sambært hagtølunum hjá SSL, sum einans eru almenn fram til 2014 ferðast gott 220.000 ferðafólk við Smyrli um árið. Hendan inntøkan verður burtur tá Suðuroyartunnilin verður tikin í brúk – men hetta lata vit liggja og taka ikki við í roknstykkið.

Sostatt skal bummgjaldi í Suðuroyartunnlinum fíggjað umleið 140 mió. kr. árliga.

Um Leirvíksfjørð fóru 110.000 bilar um árið tá Dúgvan sigldi.

Um Suðuroyarfjørð fara í dag umleið 90.000 bilar um árið.

(NB: Hettar er tilsamans – báðar vegir. Goldið verður bara annan vegin)

Ferðslan í Norðoyatunnlinum er 10 faldað og ferðslan í Vágatunnlinum er sjey ella átta faldað.

Ferðslan í Norðoyatunnlinum rindaði tilsamans 32 mió. kr. tá lánsgjøldini og viðlíkahald toppaðu í Norðoyatunlinum, um árið.

Ferðslan um Suðuroyartunnilin fer at økjast við fasta sambandinum, og í roknistykkinum meta vit at ferðslan økist áttafaldað.

Út fra hesum koma vit til at bummgjaldi í Suðuroyartunnlinum verður í miðal pr. akfar pr. túr kr. 195 kr. árliga (Fyritreytin er at ferðslan økist 8 faldað). Í dag kostar ein persónbilur kr. 250 við Smyrli. Miðaltalið pr. akfar er óivað væl hægri tí dýrasta bilettin fyri stór akfør er 765 kr..

Til samanbering kunnu vit nevna at miðal gjaldi pr. akfar í Norðoyatunnlinum er einans kr. 38 báðar vegir (Fyrra hálvár í ár). Lægsta gjaldi í Norðoyatunnlinum er í dag einans 25 kr. pr. akfar t/r. Tá tað var dýrast at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin, kostaði tað 131 kr. pr. akfar t/r.

Mugu loysa fíggjarliga knúti

Tað er púra greitt at bummgjøldini fara ongantíð at fíggjað bygging ella rakstur/viðlíkahald av Sandoyar-og Suðuroyartunnlunum og er ætlanin at leggja allar undirsjóvar tunnlarnar í eitt felag verður prísurin munandi hægri enn hann er ásettur at verða í Skálafjarðartunnlinum og í dag er í Vága- og Norðoyatunnlunum.

Vit skulu eisini taka við, at í samband við byggingina av Norðoyatunnlinum, rindaði landið 235 mió. tilsamans og landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann ætlar at krevja peningin, sum landið setti í Norðoyatunnilin, inn aftur gjøgnum bummgjald. Um tað sama verður galdandi fyri Suðuroyar-, Sandoyar- og Skálafjarðartunnlarnar ávirkar hetta eisini bummgjaldi.

Landsverk mælir Landsstýrinum til at finna ein nýggjan fíggingarleist fyri undirsjóvartunnlarnar, og út frá omanfyri nevndu tølum er púra greitt, at hetta arbeiði má gerast áðrenn arbeiði upp á Sandoyartunnilin byrjar, skulu stóru og góðu ætlanirnar hjá Landsstýrinum, at samanbinda oyggjalandið Føroyar, gerast veruleiki.

Stór avbjóðing hjá landskassanum

Í Norðoyggjum eru knapt 3.200 akfør (sum gjalda tunnilsgjald). Í Suðuroynni eru umleið 2.400 akfør skrásett í 2016 (sum gjalda tunnilsgjald), sambært Akstovuni. Suðuroyartunnilin kostar líka nógv sum allir hinir undirsjóvartunnlarnir tilsamans. Tað er púra greitt at Suðuroyartunnilin ikki kemur at fíggja íløgur, rakstur og viðlíkahald og tí verður landskassin bundin av at stuðla tunlinum so ella so – og tað er her avbjóðingin liggur. Í Suðuroynni búgva ikki 5.000 fólk, meðan tað búgva omanfyri 6.000 fólk í Norðoyggjum. Samanumtikið verður tað kanska bíligari at reka Sandoyar- og Suðuroyartunnilin, í mun til verandi ferjusamband. Tað eru nógvir mátar at gera roknistykkið uppá, hvat loysir seg og ikki, men tað slepst ikki uttan um at pengar skulu finnast so ella so.

Harleywoodpaint