Vallyftini, serliga frá Javnaðarflokkinum eru av slíkum dimensiónum, seinast sæddar í 1984. Gev okkum 100 dagar – øll skulu sleppa fram at. Tað er broytt til vit geva alt til øll og alivinnan og uppsjóvarvinnan gjalda og avlopið seta vit í landsbankan.
Suðuroyartunnilin avlýstur
Vallyftini, serliga frá Javnaðarflokkinum eru av slíkum dimensiónum, seinast sæddar í 1984. Gev okkum 100 dagar – øll skulu sleppa fram at. Tað er broytt til vit geva alt til øll og alivinnan og uppsjóvarvinnan gjalda og avlopið seta vit í landsbankan.
Við øllum lyftum í hesum døgum, vita vit, at Suðuroyartunnilin ongantíð verður gjørdur. Lán, eisini lágrenta statslán, skal gjaldast aftur.
Eg haldi vit eiga at gera tunnil til Suðuroyar. Men hann skal gjaldast. Ikki við tí sum manglar í, men við tí sum loypur av.
Vel ein, sum hevur royndir at umsita pengarnar hjá øðrum. Vel ein, sum hevur virðing fyri pengunum hjá øðrum. Vel ein sum fær almennar pengarnar at røkka langt.
Set X við Eivind Jacobsen hósdagin
Eivind Jacobsen, valevni Fólkafloksins




