Ein av mínum síðstu uppgávum sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, varð at seta á stovn partafelagið Suðuroytunnilin, hvørs uppgáva verður at gera undirsjóvartunnil millum Sandoy og Suðuroy við hartil hoyrandi vegagerð og at hava rakstur av tunlinum um hendi.
Hetta er fyrsta ítøkiliga stigið til tess at fáa Suðuroynna knýtta uppí meginøkið. Nú kann leiðsla felagsins fara í holt við verðuliga arbeiðið, sum skal til, fyri at gera alt tað neyðuga fyrireikingar arbeiðið, soleiðis at Suðuroyartunnilin kann gerast verðuleiki.
Uni Rasmussen



