Julius Vest Joensen frá TB/FC Suðuroy/Royn sigur, at suðuroyingar bíða við venjaraspurninginum.
Julius Vest Joensen frá leiðsluni í TB/FC Suðuroy/Royn sigur, at suðuroyingar bíða við venjaraspurninginum.
– Vit vilja tryggja okkum, at vit vera verandi í deildini, áðrenn vit gera nakran sáttmála við nakran venjara. Vit hava ikki tosað um næsta ár enn við nakran venjara, men eg kann siga so mikið sum, at núverandi venjari, Maurice Ross, er vælumtóktur millum leikararnar, sigur Julius Vest Joensen, sum helst við hesum sipar til, at suðuroyingar eru sinnaðir at halda fram við núverandi venjara, um gongdin seinastu umførini verður nøktandi.




