Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Suðuroyingur best frá byrjan

Jákup Ósá

Tað var eingin ivi um, hvør besti báturin var hjá 10-mannaførunum á Norðoyastevnu.

Fyrstu nakrar 100 metrarnar gekk annars sera javnt á, har allir tríggir bátarnir skiftust um at leggja seg á odda. Men tá við nærkaðust Kósini, so setti tann svarti báturin ferð á. Hesa ferðina helt hann og fekk ein greiðan mun aftur til hinar báðar áðrenn endaspurtin. Á mállinjuni var umleið ein bátslongd á muni millum teir báðar fremstu. Klaksvíkingur vann kappingina um 2. plássið móti Havnarbátinumm, ið kanska heldur óvæntað stóð seg væl millum hinar báðar.

Kappingin í dag boðar frá, at Klaksvíkingur hevur eina stóra avbjóðing í ár, um teir ætla at endurvinna FM heitið. Suðuroyingur róði væl og vann ein tryggan sigur, men vit hava fyrr sæð, at úrslitið á Norðoyastevnu ikki altíð hevur havt sama vinnara sum tann, sum at enda hevur vunnið FM. Nógv bendur á eina spennandi kapping í ár hjá 10-mannaførunum millum tríggjar bátar, og tað er gott fyri føroyskan kappróður.

Úrslitið gjørdist hetta:

1. Suðuroyingur 07:02.20

2.Klaksvíkingur 07:05.12

3. Havnarbáturin 07:06.00

Harleyfacadeacryl