Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Suðuroyingur er favorittur

Jákup Ósá

Klaksvíkingur hevur havt tvær vikur av venjing til at vinnabátslongdina inn aftur, sum hann var aftanfyri Suðuroyingin á Norðoyastevnu.

Leygardagin verður næsti FM kappróðurin í ár, táSundalagsstevna verður í Hvalvík. Hjá 10-mannaførum er spenningur, um nakar ferat geva Suðuroyingi harðari kapping enn á Norðoyastevnu, tá hann vann tryggansigur. Tá var munurin millum Suðuroying og Klaksvíking ein bátslongd.Suðuroyingur byrjaði ikki so væl sum Klaksvíkingur og Havnarbáturin, menseinastu 500 metrarnar koyrdu teir ein tryggan sigur heim, sum í veruleikanumongantíð bleiv hóttur. Hetta var kanska heldur ikki so óvæntað, tíKlaksvíkingur hevur tað søguliga sæð trupult á heimasjógvi og manningin erkomin seint í gongd við fyrireikingarnar í ár.

 

Minni munur á 2000 metrum?

Leygardagin verður róð 2000 metrar og spennandi verður atsíggja, hvørja ávirkan hetta fær. Klaksvíkingur stóð seg væl á hesum teini ífjør, men róðurin hjá Suðuroyingi á Norðoyastevnu var so mikið sannførandi, atteir mugu metast sum favorittar. Avgerandi verður, hvussu manningarnar havabrúkt hesar báðar vikurnar síðani seinasta róðurin. Hjá Klaksvíkingi verðurminst ein útskifting umborð, ið var avtalað áðrenn. Afturat Suðuroyingi ogKlaksvíkingi rør Havnarbáturin, sum á Norðoyastevnu fylgdi væl við serligaKlaksvíkingi. Spennandi verður at síggja, um teir kunnu taka seg fram hóasthøga miðalaldurin.