Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Súkkla fyri betri krabbameinsgransking

Oliver Joensen

Rynkebysúkklingin fyri betri krabbameinsviðgerð og gransking, varð sett í gongd í Klaksvík ídag. Føroysku súkklararnir súkkla fyrst til Havnar og síðani verður farið til Danmark, har teir 35 føroyingarnir fara at súkkla saman við dønum allan vegin til París. 1100 Rynkebysúkklarar fara so at súkkla til París.

Føroyingarnir hava vant í allan vetur, byrjað var í september í fjør og nú var so stóra løtan, tá langi súkklitúrurin endiliga byrjaði.

Tað var Steinbjørn Jacobsen, virkandi borgarstjóri, ið floytaði súkklingina í gongd, men áðrenn tað, hevði hann stutta røðu fyri súkklarunum, sum vit prenta niðanfyri:


Góða Team-Rynkeby Føroya og annars tit øll, sum eru komin her í dag.

Hetta er ein serlig, men samstundis stór løta í Klaksvík, her tit súkklarar verða sendir avstað hesa spennandi og avbjóðandi ferð heilt til París, hvørs høvuðsendamál er ein stuðulferð til frama fyri børn, sum eru rakt av krabbamein.

Eg ynski fyrst av øllum at bera eina stóra tøkk til Føroyafelag móti krabbamein, tit gera eitt so dygdargott og uppbyggjandi arbeið til frama fyri øll tey, sum verða rakt av hesi herviligu sjúku.

Tað er hugaligt, at partur av peninginum av hesum stóra tiltakið verður latin til gransking, við tí í huga, at hesi børn, sum eru og vera rakt av hesi sjúku hava størri møguleika at yvirliva og tað er gleðiligt at hetta gevur úrslit, tí tað eru av somu orsøk nógv fleiri sum gerast frísk nú, enn fyri fáum árum síðan.

Henda sjúkan rakar ikki bert barnið, men alla familjuna, vinir, skúlafelagir og mong onnur, tað er so umráðandi, at hesi kunnu uppliva positivar og ljósar løtur, sum byggja upp . Tí er tað eisini ómetaliga gott at partur av peninginum eisini kann fara til slík endamál.

Tað hevur so stóran týdning, at lyndi í tiltakinum er eitt gevandi hjarta, og tað er uttan iva orsøkin til, at tað eru so mong, sum á ymiskan annan hátt eru við í hesum hjálpar tiltakið, ja, sum eg í seinastuni havi lisið nakað um hetta, so síggi eg m.a at eisini tey sjúku børnini taka lut í innsavningini, m.a sá eg, at børn í Danmark við krabbameini saman við systskum teirra hava designa ein Rynkeby juice pakka við teirra egnu rámandi tekningum, hesin drykkur ber navnið “BØRNENENS EGEN DRIK” sølan av hesum drykki, fer óskerdur til Børncancefonden.

Jú hetta spreiðir seg, tí eg legði eisini til merkis millum annað, at á einari av hesum vøkru gulu/svørtu troyggjunum stóð ein áskrift av stóra kenda svenska fótbóltsleikaranum Zlatan.

Og tá ið nú tit 35 sykklarar og 10 hjálparfólk fara avstað í samband við hetta tiltakið, kunnu vit bert einaferð enn staðfesta, at eisini Føroyingar vísa ein offurvilja, til eitt ómetaliga gott endamál. Føroyingar hava prógva upp gjøgnum tíðirnar, at tað teir eru eitt gevandi fólk.

Vit kenna flest øll onkran, sum er raktur av hesi herviligu sjúku, tí vil Klaksvíkar Kommuna saman við børnum, sum m.a. hava framsýning inni í Smæruni og Klaksvíkar Sjúkrahús, eisini taka av hjarta um hetta tiltak.

Tað er eisini stuttligt at síggja at hetta liðið sum nú fer avstað, spennir frá ovastu leiðslu landsins til okkara Gekkavert.

Eg vil vegna bý okkara takka tykkum fyri, at tit valdu at byrja ferðina her og ynskja tykkum eina góða og hendingaríka ferð og Harrans varðveitslu.

Stóra takk fyri og hervið verða tit sendir avstað.