Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Súlur á fiskileið

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Á túrinum við Brandi í vikuni, var høvi eisini at taka nakrar myndir av sjófuglinum, ið leitar sær føði burtur úr tí sum fer út aftur av at fiskurin verður reinsaður samstundis sum línan verður drigin. Tað var eitt sindur løgi at síggja, at súlan skal vera blivin so næsk at ikki ein gang havhesturin megnar at vera meira nærgangandi skipssíðuni.

Haldi ikki at súlan hevði slíkan atburð fyri 40-50 árum síðani, tó skal eg ikki siga tað við vissu. Tað kann jú eisini vera at súlan hevur trupult við at finna sær føði í aðrar mátar í dag. Kanska onkur veit meira um fyribrigdið.

Njótið myndirnar: