Spennandi og áhugaverd var sendingin hjá Dr. Dk um kvinnuflíggjanina úr Føroyum. Danski redaktørurin má sigast at hava rakt blett, og ikki minst hevur hann megnað at elvt til glaðustrok í dunnuhylinum, tí valla nøkur sending í nýggjari tíð, hevur fingið hampafólk úr høvuðsstaðnum upp úr stólinum.
Spennandi og áhugaverd var sendingin hjá Dr. Dk um kvinnuflíggjanina úr Føroyum. Danski redaktørurin má sigast at hava rakt blett, og ikki minst hevur hann megnað at elvt til glaðustrok í dunnuhylinum, tí valla nøkur sending í nýggjari tíð, hevur fingið hampafólk úr høvuðsstaðnum upp úr stólinum.
Nú hava vit í fleiri ár hoyrt jabbanina av tingi, har tað hevur verið dagligur kostur, at vit, sum væl tíma at búgva her á klettunum, skulu fara at leggja okkum fløt fyri teimum, sum ikki tímdu ella vildu. Ja, sum føroyska kvinnan í donsku sendingini so væl segði um Føroyar, ið vóru ov lítlar fyri hana.
Tað er eitt val, ið hon væl hevur loyvi at gera og longri er tann søgan ikki.
Kringvarpið fór sjálvandi eisini upp í kóri at kóla og spurdi redaktørin á donsku sendingini, hví hann ikki hevði valt at taka Havnina uppí sína sending. Men her fekk Kringvarpið svar upp á tiltali. Havnin er ikki annað enn ein og hvør annar lítil danskur provinsbýir, teir kenna danir væl til og tað er ikki áhugavert fyri donsku hyggjararnar. Nei, vit vildu vita hvat veruliga rørdi seg ímillum fólkið í útjaðaranum.
Kringvarpið, saman við restini av høvuðsstaðarpressuni hevur ikki áhuga fyri slíkum, og skilti tí onki av valinum hjá donsku sjónvarpsstøðini.
Tað er púra klárt, at tá 2000 færri kvinnur eru í Føroyum enn menn, so er upplagt, um tú hevur hug at leita hendan trupulleikan upp, har hann merkist, so er tað í útjaðaranum.
Nú eru mong ár gingin, síðani Kringvarpið var úti í Fugloy og tosaði við táverandi bygdarráðsformannin har, sum lat illa at, at tað var trupult at fáa kvinnur at støðast har úti. Hann nevndi tá, mest sum í skemti, at kanska hevði man fingið fólkatalið at vaksið, um man fekk nakrar útlendskar kvinnur hendanvegin.
Hetta vísti bara, at tað eru mong, mong ár síðani at útjaðaraøkini í ólukkumát hava kent sviðan av at, kanska serliga kvinnur meira enn menn, ikki støðaðust á smáu plássunum og kanska mest á útoyggj.
Jú, ein sera áhugaverd sending, ið væl lýsti ein part av føroyska dagligdegnum og trupulleikanum, ið vísir seg, tá fólk flyta av landinum. Stóru býirnir kring um í heiminum draga sum magnetar, eisini úr provinsbýnum Tórshavn, men møguliga fara tað at vera onnu, ið hava hug og hegni at búleikast her á klettunum saman við okkum øðrum, livst so spyrst.
Oliver




