FRIGG: Atgongumerkjasølan til festivalin gongur væl. Tað hava verið nógv fólk inni á Føroyingahúsinum og keypt sær atgongumerki til festivalin, sum nú er sera tætt uppá. – Tað hevur verið sum fluga yvir heitum greyti.

Ja, tað kunnu vit ið hvussu er siga. Tey, ið ætla sær á festivalin í morgin, mugu skunda sær eitt sindur.
Norðlýsið hevur verið í Føroyingarhúsinum og lodda dýpið. Nógv glað og spent fólk at síggja.
Annika Steintórsdóttir Biskopstø, sum er ein av høvuðspersónunum handan festivalin, gleðist um undirtøkuna.
Hetta er eitt nýtt tiltak og fyrireikararnir gleða seg til, hvussu leikur fer at fara fram. – Nú eru sekstan tímar til Frigg byrjar.