Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sum í Rotterdam

John William Joensen

Ikki eiti á virksemi, sum Atlantic Navigator førir við sær í Ánunum

Seinasta lastin hjá Atlantic Navigator verður umskipað í Ánunum. Sum myndin vísir, verður helst skjótt neyðugt at víðka um havnalagið. Roknast má við, at virksemið á økjinum kemur at vaksa. Serliga tá hugsað verður um, at reiðarar í Klaksvík hava ætlanir um at byggja frysti- og goymlsubygningar á økinum. So tað má vera nærliggjandi, at havnalagið verður víðkað norðureftir.