Vanliga koma minst trý mál, tá hesi bæði liðini møtast í Klaksvík.
Vit hava hugt eftir úrslitunum seinastu ferðirnar, tá hesi bæði liðini hava spælt í Klaksvík.
Og tað bendur alt á, at áskoðararnir kunnu vænta at síggja fleiri mál í fyrru hálvfinaluni mikukvøldið, tá KÍ og NSÍ bresta saman. Av 11 dystum síðani 2011, so er tað bara hent einaferð, at færri enn trý mál eru skorað. 1-1 javnleikurin í 2013 er tann málfátækasti. KÍ hevur yvirtakið og hevur vunnið tríggjar ferðir oftari enn NSÍ. Hinvegin er sera sannlíkt at NSÍ fær útivallarmál. Tí bara einaferð hesar 10 dystirnar er NSÍ farið av vøllinum uttan at hava skorað mál.
2017: KÍ-NSÍ 2-2
2016: KÍ-NSÍ 1-3
2016: KÍ-NSÍ 4-1 (steypakapping)
2016: KÍ-NSÍ 4-0
2015: KÍ-NSÍ 3-3
2014: KÍ-NSÍ 2-2
2013: KÍ-NSÍ 1-1
2012: KÍ-NSÍ 3-2
2012: KÍ-NSÍ 2-1
2011: KÍ-NSÍ 5-1
2011: KÍ-NSÍ 1-2
Dystir: 11
KÍ vunnið: 5
Javnleikur: 4
NSÍ vunnið: 2
Málmunur: 28-18
KÍ mál í miðal pr. dyst: 2,5
NSÍ mál í miðal pr. dyst: 1,6
Mál í miðal pr. dyst: 4,2




