Leygardagur 4. august kl. 20.40: Fleiri tiltøk verða ikki á Summar Festivalinum 2007.
Veðrið hevur verið stak vánaligt í dag, og umstøður eru ikki til at hava fleiri tiltøk. Summar Festivalurin hevur tí í samráð við myndugleikarnar steðgað festivalinum av trygdaráðum. Øll tiltøk, ið vóru á skránni í kvøld, eru avlýst.




