Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summar Festivalurin á Rás 2

John William Joensen

Frameftir ber tað til at frætta tað nýggjasta um Summar Festivalin í serligari sending á Rás 2. Fyrsta sendingin verður send mikudagin kl. 17.00.

Mikudagin 28. juni kl. 17.00 fer Summar Festivalurin fyri fyrstu ferð í luftina í serligari sending á Rás 2. Verturin Eyðfinn Drewsen fer at greiða frá um festivalin, tosa við fyriskipararnar og spæla tónleik, ið verður at hoyra á festivalinum í ár. 

– Hetta gera vit fyri at greiða okkara gestum nærri frá, hvat tey kunn vænta sær á festivalinum í ár. Vit hava eina rúgvu av kendum bólkum og kendum sangum á festivalinum í ár, og alt hetta fáa fólk eina smakkiroynd av í sendingunum á Rás 2, siga fyrireikararnir av Summar Festivalinum.

Í sendingini á Rás 2 hesa vikuna verða spennandi tíðindi at frætta um nýggj nøvn, sum koma at spæla á festivalinum í ár. Summar Festivalurin er á veg við heimskendum nøvnum, og tað ber til at frætta meira um hetta mikudagin kl. 17.00.