Summar Festivalurin endaði langt fremst í eini atkvøðugreiðslu hjá Vikublaðnum um, hvør føroyskur festivalur hevur áhugaverdastu skránna
Seinastu vikuna hevur Vikublaðið havt eina atkvøðugreiðslu á sínari heimasíðu, har tað hevur borið til at atkvøða um, hvør av føroysku tónleikafestivalunum hevur mest áhugaverdu skránna í ár.
Næstan 2.000 fólk hava atkvøtt, og meira enn helvtin av teimum heldur, at Summar Festivalurin hevur bestu skránna.
Summar Festivalurin fekk 53 % av atkvøðunum, meðan G-Festivalurin, sum var næstfremstur, fekk 21 prosent. Fjarðafestivalurin fekk seks prosent, og hinir festivalarnir fingu færri atkvøður.
Millum bólkarnar, sum spæla á Summar Festivalinum í ár, eru Scorpions, Kim Wilde, Banaroo, Bryan Rice, Jógvan Hansen, Vestmenn, Hanus G. Johansen og Páll Finnur Páll.




