Seinnapartin avdúkar Summar Festivalurin høvuðsnavnið til festivalin næsta ár.
Seinnapartin avdúkar Summar Festivalurin høvuðsnavnið til festivalin næsta ár.
Í dag ljóðar startskotið til Summar Festivalin 2015, sum verður hildin ídøgunum frá 6. til 8. august.
Forsølan til Summar Festivalin byrjar seinnapartin í dag í sambandi við, at Summar Festivalurin kunnger høvuðsnavnið til festivalin næsta ár.
Avdúkingin av høvuðsnavninum verður gjørd í sending á Rás2 eftir kl. 15.00 í dag. Sent verður ein tíma við práti við fyrireikara, tónleiki hjábólkinum, ið verður avdúkaður, og lurtarakapping um atgongumerki.
Í fjør var amerikanski rockbólkurin Twisted Sister høvuðsnavn á SummarFestivalinum, og fyrireikararnir siga, at teir draga eina minst líka spennandi kanin burtur úr hattinum seinnapartin í dag.
Atgongumerki til Summar Festivalin verða seld á heimasíðuni sf.fo eftiravdúkingina í dag og frá í morgin í Telebúðum. Fyrsti prísurin áatgongumerkjum verður 750 krónur, men bert 1500 stk verða seld fyri hendan
prísin.




