Í morgin klokkan 10.00 letur blómuhandilin Summardáin upp í gomlu FK hølunum í Nólsoyar Pálsgøtu nr. 10.
Signy Poulsen, frá Summardáini sigur, at hon er sera væl nøgd við nýggju hølini. Her er alt sett í góðan stand, og her er hugaligari at koma til arbeiðis, tí her er góð luft inni og ljóst og vítt til veggja.
Vit fara at bjóða viðskiftafólki okkara vælkomnum í nýggju hølini í morgin. Ein rúgva av nýggjum er at síggja í handinum, sigur Signy Poulsen.




