Í løtuni hugna børnini sær rættuliga á Akursmørk. Tá vit vitjaðu við myndatóli okkara vóru Hannibal og Angela á Silvapallinum.
Tað er sera gott veður í Klaksvík í kvøld, hóast tokan liggur oman í hálvan hagan, so er lýtt og turt og sigast má, at stemningurin var í topp í Vágstúni í kvøld, har pallur stóð niðanfyri kirkjugarðin, har Angela og Hannibal hugnaðu um børnini og børn annars stórtrivust í Silvalandi.
Trambólinurnar sýntust at vera "in" hjá børnunum.




