Tíðliga seinrapartin var Ken Hensley á pallinum har hann saman við tónleikarunum høvdu ljóðroynd
og tað skal sigast beinan vegin at hóast Ken Hensley ikki er nakar ársungi so vóru tungu rocktónarnir ikki at taka feil av.
Rock legendan var eisini til morgunmatarborðið hjá Norðoya Sparikassa í morgun, og tá vóru tað mong sum nýttu høvið at heilsað upp á rockaran.




