Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summarfestivalurin á Vágsbø fyri sættu ferð: Ein ordans successøga í føroyskari mentan

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

3500 fólk komu til tann fyrsta Summarfestivalin, og síðan er talið vaksið upp í 10000, har Scorpions, Roger Hodgson og onnur altjóða kend nøvn hava staðið á Vágsbø og spælt – nú fyrireika Steintór & co. tann sætta Summarfestivalin.

Summarfestivalurin má sigast at vera bæði eitt áhugavert og slóðbrótandi projekt, bæði í Føroyum og ikki minst í Klaksvík.

Áðrenn Steintór, Erik, Eyðun, Jonhard og øll hini mongu, sum eru við og uttan um Summarfestivalin, fóru í holt við festivalin, bara tað illa til at savna 2-300 fólk til konserttiltøk í Klaksvík.

Tað var næstan dødens pølse hvørjaferð.

Men hóast hetta fóru teir treiskir og treystir í holt við Summarfestivalin, og hann mann vera størsta successøga í føroyskari mentan nakrantíð.

Grundarlagið var sum so ikki til staðar, men tað komu 3500 fólk fyrstu ferð.

Síðan er talið vaksið upp í 10000 fólk!

Scorpions, Roger Hodgson og onnur altjóð kend nøvn hava staðið á Vagsbø og spælt.

Í grundini er hetta fullkomiliga óveruligt! Fólk skilja tað bara ikki. Átti als ikki at latið seg gjørt, men við góðum samstarvi og uppbakningi lokalt hevur tað borið til, og Summarfestivalurin er blivin størsta mentanartiltak í Føroyum.

Tann, sum fyri 5 árum síðan hevði sagt í Klaksvík, at “nú fara vit undir at gera ein festival, og nøkur ár, og so fara Scorpions at spæla fyri 10.000 fólkum í miðbýnum í Klaksvík”, hann hevði verið innlagdur við brestin …

… men so skjótt kann veruleikin broytast – hetta er Summarfestivalurin eitt livandi dømi um.

Tú sært møguleikan, trýrt uppá hann, arbeiðir miðvíst og seriøst og fært stuðul (og hevur nakað av hepni sjálvsagt).

Í 2009 verður Summarfestivalurin á Vágsbø fyri sættu ferð!