Mánakvøldið avdúkaði Steintór Rasmussen tey fyrstu 5 nøvnini, ið verða við á Summarfestivalinum í 2009 – eitt teirra er Frændur, sum sostatt gera come-back á Vágsbøi í summar.
Tey fimm nøvnini, sum Steintór Rasmussen boðaði frá mánakvøldið, eru hesi:
Moby the Pink Pilot, sum júst hevur vunnið FM08 tónleikakappingina,
Hanus G. Johansen verður við sætta árið á rað,
Anfinn Nielsen, sum var við í 2006,
Páll Finnur Páll fyri fjórðu ferð og
Frændur, sum vóru við fyrsta árið hjá Summarfestivalinum, í 2004.
Sostatt fer føroyska tónleikanostalgiin at blóma á Vágsbøi komandi summar!




