Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summarfestivalurin – eitt úrslit av 10 ára samstarvi við Norðoya Sparikassa

John William Joensen

Stjórin í Norðoya Sparikassa, Marner Mortensen, sigur at tað er fyrst og fremst týdningurin av at skapa trivnað í Norðoyggjum at Norðoya Sparikassi samstarvar við Summarfestivalin og Steintór Rasmussen sigur at uttan ein góðan bakk sum Norðoya Sparikassa hevði tað als ikki verið møguligt at fyriskipað eitt so stórt og umfatandi mentanar átak sum Summarfestivalurin.

Stjórin í Norðoya Sparikassa, Marner Mortensen, sigur at tað er fyrst og fremst týdningurin av at skapa trivnað í Norðoyggjum at Norðoya Sparikassi samstarvar við Summarfestivalin og Steintór Rasmussen sigur at uttan ein góðan bakk sum Norðoya Sparikassa hevði tað als ikki verið møguligt at fyriskipað eitt so stórt og umfatandi mentanar átak sum Summarfestivalurin.

At tað hevur týdning at hava ein lokalan peningastovn er Summarfestivalurin eitt gott dømi um.

Eini 50 starvsfólk starvast í Norðoya Sparikassa harav meginparturin er á deildini í Klaksvík. Sambært roknskapinum rindar Norðoya Sparikassi umleið 22 mió. Kr. í lønum á hvørjum árið og stórsti parturin fellur niður í lokaløkinum. Harafturat er eingin privatur eigari av sparikassanum og tí kemur eisini avlopið í nógv størri mun lokalsamfelagnum til góðar.

– Summarfestivalur og KÍ eru millum tey sum fáa størsta stuðul frá Norðoya Sparikassa men harafturat stuðlar Sparikassin eina røð av feløgum og mentunarátøkum sum fyri størsta partin eru í Norðoyggjum.

– Hetta er 10. Árið at vit eru við sum høvuðsstuðul hjá Summarfestivalinum og vit fegnast stórliga um hetta megnartiltak. Vit síggja tað sum ein nátúrligan part av okkara uppgávu at skapa trivnað í Klaksvík og tað verður m.a. gjørt við at stuðla Summarfestivalinum, sigur Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa.

Fegnast stórliga um samstarvið við Norðoya Sparikassa

Steintór Rasmussen, sum saman við Erik Biskopstø fyriskipað summarfestivalin, sigur at Norðoya Sparikassi hevur havt alstóran týdning fyri Summarfestivalin.

– Vit hava øll 10 árini havt Norðoya Sparikassa sum høvuðsstuðul og tá vit fyri nøkrum árum síðan tosaðu um hvørjar langtíðarætlanir vit høvdu var Sparikassin beinanvegin fúsur til at gera eina langtíðar avtalu, sum hevur verið grundarlagið undir Summarfestivalinum. Eisini hava vit øll árini havt eitt sera tætt samstarv við Norðoya Sparikassa og hava m.a. útbygt eitt serligt Silvaland við nógvum aktivitetum fyri børn.

– Tað er eingin sjálvfylgja at eitt slíkt mentunartiltak sum Summarfestivalurin letur seg gera í Klaksvík og tí er tað av alstórum týdningi at samstarva við ein stovn sum Norðoya Sparikassa sum sær týdningin av at skapa trivnað og menning í Klaksvík. Vit eru sera takksamir fyri tað góða samskifti sum hevur verið hesi tíggju árini millum okkum, núverandi- og undanfarnu leiðslu í Norðoya Sparikassa