Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summarfestivalurin lovar betri umstøður hjá koyristólunum

Oliver Joensen

Í samrøðu við Norðlýsið sigur Summarfestivalurin at teir fara at loysa trupulleikarnar sum vóru í gjárkvøldið. Sum myndirnar vísa, so vóru umstøðurnar hjá teimum á koyristóli ikki nóg góðar, tí útsýnið varð fleiri ferðir tikið frá teimum, orsakað av at fólk stillaðu seg fyri.

Louis Poulsen frá Summarfestiválinum sigur, at ein trupulleiki hevur verið, at ov nógv fólk hava verið í fylgið við koyristólunum, tí hevur kanska ov nógv fólk verið á koyristólaøkinum. Hetta fara vit at broyta í kvøld, soleiðis at bert eitt fólk sleppur á serliga koyristólapallin í fylgi við persóninum á koyristóli.

Vit hava gjørt nógv fyri fólk á koyristóli, sigur Louis Poulsen, men tað sum hendi í gjárkvøldi fara vit at taka hond um ídag, so vit heita á fólk, sum eru bundin at koyristóli um ikki at halda seg aftur. Summarfestivalurin tekur hond um tykkum.

Oliver.