Í dag er sunnudagsskúlafestivalurin, Summargleði í Klaksvík, sum altíð er væl vitjaður – eini 2.000 fólk rokna fyriskiparnir við. Og nógv fólk hava verið og vitjað í morgun.
Tað er nógv ymiskt á skránni fyri alla familjuna og umstøðurnar eru góðar í stóra skúlagarðinum á Ziskatrøð.
Fyrireikararnir lata væl at tað hevur gingið væl at fáa alt til vega, og øll hava tikið væl undir við og rætt eina hond – Í morgun møttu 70 fólk upp og eftir eini lítlari løtu var alt uppá pláss og til reiðar.
Tað er ókeypis at koyra í Norðoyatunlinum frá kl. 18.00 til kl. 21.00 í kvøld.
Meir um skránna:




