SUMMARgleði – sunnudagsskúlafestivalurin, ið var hildin í Klaksvík longsta dag í fjør, er aftur á skránni – og verður nú leygardagin 20. juni.
SUMMARgleði – sunnudagsskúlafestivalurin, ið var hildin í Klaksvík longsta dag í fjør, er aftur á skránni – og verður nú leygardagin 20. juni.
Við stórari og rúgvusmiklari skrá, frá kl 10.00 til 17.30, við tónleiki, skemti, singi við, leiki, setan, dansi og mongum øðrum, er økið millum skúlarnar í Klaksvík og skúlagarðurin á Ziskatrø karmur um hetta stóra og spennandi familjutiltakið.
Við barnakórinum í Betesda, Dansibólki úr Sørvági, vælumtóka og skemtiliga Magna Christiansen, umframt Klovnin BUBU, Baloney og gyklaranum Ásbjørn, er lagt upp til ein sera spennandi dag.
Umframt djóragarð, matsølu, hoppiborgir, sløkkiliðsbil, sjúkrabil, mega stórt fótbóltsborð – við livandi fólkum, er okkurt til øll, ið leita sær til SUMMARgleði.
Tað er eingin ivi um at SUMMARgleði er eitt gleðiligt tiltak fyri bæði stór og smá og høg og lág 🙂