Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summarið eigur føroyska rossið

Tíðindaskriv

Serføroysku rossini, sum fyrr hava verið upp í 800 í tali eru nú bert 68. Felagið Føroysk Ross fer í summar miðvíst at økja talið av vakra og blíða føroyska rossinum. Verkætlanin eitur the Summer of Love – og navnið merkir júst tað, sum tað leggur upp til.

Føroyar eiga eitt serligt rossaslag. Hetta er ein egin rasa og er ikki blandað ella í ætt við onnur rossasløg. Fyri 200 árum síðani var mett at tey vóru 800 í tali. Eftir at hetta talið minkaði í nærum einki var hildið at føroyska rossið var útdettt. Men so var ikki. Í 1978 varð Felagið Føroysk Ross stovnað. Vissa fingin fyri at slagið enn livdi og var ikki blandað við onnur rossasløg, sum stúrt var fyri. Sostatt eiga vit eitt ross, sum ikki eigur sín líka í heiminum.

The Summer of Love

Felagið Føroysk Ross fer í summar undir skipaða og miðvísa aling av føroyska rossinum. Tiltakið skal bæði skunda undir nøringina og vøksturin av stovninum og skapa tilvitan og stoltleika í Føroyum um hetta serstaka rossaslag. Á fýra plássum kring landið – í Norðragøtu, Syðrugøtu, Signabø og á Kambsdali – skal kærleikin blóma. Hetta verður undir væl skipaðum og neyvum og fakligum eftirliti.

Meira fæst at vita hjá Felagnum Føroysk Ross árossavinir@gmail.com

Eisini ber til at fylgja the Summer of Love og virkseminum hjá Felagnum Føroysk Ross áfacebook.com/FelagidForoyskRoss