Tað er brennandi sól og blika logn, nú kondibingo er á skránni, har gingið verður frá Syðradali til Húsar.
Oliver Joensen, myndamaður hjá Norðlýsinum í dag, møtti á vegnum til Húsar ungu gentuni Jónrið Joensen(á myndini), sum gongur í 5. flokki í Klaksvík. Hon var eisini farin á kondibingo í góðveðrinum í morgun, har varmin tykist vera ”størsti” trupulleikin í løtuni. – Nú mugu summarklæðini fram og hetta kann tykist løgið fyri summi, tí tá farið var úr Klaksvík í morgun var tjúkt í mjørka og tí eru fólk kanska ov væl ílatin til hitan, sum er í løtuni, verður sagt úr Kalsoynni nú.
Mett verður, at túrurin frá Syðradali til Húsar við vanligari ferð tekur umleið 30 minuttir.
Skráin fyri dagin í Kalsoynni sæst HER




