Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summarlist 2017 – móttøka

Orð og myndir: Dávur Winther

Í dag kl. 15 letur forvitnislig listaframsýning upp í Posthúskjallaranum og samstundis eisini í Isenkram – á loftinum á Kunningarstovuni.

Í dag kl. 15 letur forvitnislig listaframsýning upp í Posthúskjallaranum og samstundis eisini í Isenkram – á loftinum á Kunningarstovuni.

Tað er Norðoya Listafelag skipar fyri hesi serligu Norðoyasetvnu framsýningini, sum teir kalla Summarlist 2017.

Framsýningin á loftinum á Kunningarstovuni er skipað sum ein afturlítandi framsýning og er fyri tað mesta við verkum hjá Norðoya Listafelag. Meðan tann í Posthúskjallaranum er ein søluframsýning við samtíðarlist.

Í hesum sambandi bjóðar Norðoya Listafelag til móttøku í Posthúskjallaranum – í dag, leygardagin 27. mai kl. 18.00 – inngongd sunnanfyri.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri heldur røðu

Hans Andrias Jacobsen syngur og spælir eitt lag

Signhild V. Johannesen, sum er forkvinna í stýrinum fyri grunnin, Mentanarhús í Klaksvík, heldur røðu

Boðið verður til lætt ábit aftaná.

Posthúsið er keypt við tí fyri eyga – um ikki so langa tíð – at umskipast og útbyggjast til mentanarhús, ið m.a. skal hýsa Norðoya Listafelag, Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Klaksvíkar Hornorkestri og tónleikalívinum í býnum.

Summarlist verður hangandi upp alt summar.