Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summarmyndir: Nógvan tosk, men vit siga ikki hvar

Danial Viðoy

Summarmyndir: Gunnar V. Staksá sendi okkum seint í gjárkvøldið nakrar góðar myndir. Teir høvdu verið við báti í gjár og fingið eina rúgvu av toski við tráðu. Men Gunnar vil ikki fortelja um góða fiskimiðið.

Men Gunnar fortelur at fiskurin er væl fyri og í nógvum av toskunum var nebbasild í maganum. Tað mann sigast at vera góð tekin, ikki bert fyri fiskin, men eisini fyri lundan og svartfuglin annars.

– Vit fiskaðu í eini tveir tímar tilsamans og fingu úti við 40 góðar toskar. Onkrir vóru heilt stórir, kanska var onkur tveyari ella eittari. Vit brúktu bara tráðu, fortelur Gunnar.

– Í dag fáa vit knettir og fiskafrikadellur til døgurða, leggur hann afturat.