Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Summarstevnan hjá MSF í Mikladali

Oliver Joensen

Summarstevnan hjá MSF í Mikladali verður vikuskiftið millum Ólavsøku og Summarfestivalin
 
VISITKALSOY·TÝSDAGUR, 11. JUNI 2019 
Fríggjadagin 2. august og leygardagin 3.august skipar Mikladals sóknar fráhaldsfelag fyri sínum árligu summartiltøkum til frama fyri felagið. Fríggjakvøldið byrjar eydnuhjólið klokkan 21.30, og klokkan 23.00 verður skipað fyri kvøldsetu við ymiskum hugna og sangi.
Leygardagin verður serliga lagdur dentur á ymisk útitiltøk. Bubu vitjar, kondibingo niðan á Háls, pylsu- og seyðagrill o.a.
Leygarkvøldið byrjar eydnuhjólið kl. 19.00 og heldur áfram til kl. 23.00, tá lutaseðlarnir verða trektir. Kaffisølan er opin í erva bæði kvøldini, meðan eydnuhjólið fer fram.
Bátur uttan bildekk siglir av Syðradali til Klaksvíkar kl. 01.00 leygarkvøldið. Bussur fer av Kappanum kl. 00.30
Øll eru vælkomin.