Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summartiltak í Hvannasundi

John William Joensen

Sunnudagin kl. 14, skipar Norðdepils og Hvannasunds Róðrarfelag fyri áhugaverdum tiltaki. Beinleiðis orsøkin er at Norðoya Sparikassi og Statoil verða sponsorar hjá felagnum.

Niels í Buð, formaður í NHR sigur, at í hesum sambandinum er ætlanin at gera nógv burturúr norðuri í Norðdepli og Hvannasundi.
Ætlanin er at um 14 tíðina, skulu allir bátarnir hjá NHR flotast og rógva á sundinum. Umleið kl. 14.30 verða so teir gomlu bátarnir frá 60-unum, Ritan og Norðoyingur seldir á uppboðssølu á keiini.
Vit fáa nýggjan bát í vetur, og trupulleikin hjá okkum er, at vit hava ikki pláss fyri meira enn tveimum bátum í neystinum, og tí vera hinir seldir. Teir eru í góðum standi og eru vælegnaðir til sum róðrarbátar til børn og ung, um onkur hevur áhuga í teimum.
Harumframt verður skipað fyri ymiskum kappingum, so sum skjótikapping og rennikapping og eisini kemur Silvi á vitjan. Skipað verður fyri bamsutombola kl. 14.
Borgarstjórin í Hvannasunds kommunu, Júst Poulsen flytir fram røðu umleið kl. 14.30. Umleið kl. 15.00 til 17.00 verður eitthvørt til matnað at fáa í arbeiðismannafelagshúsinum, so sum kaffi, saft, køkur og møguliga eitthvørt annað.
Aftaná at kappingarnar eru liðnar, verður medalju og steypahandan og harnæst verður avtalan við Norðoya Sparikassa og Statoil undirskrivað
Tilmeldingar
til kappingarnar verður í Norðdepli ímillum klokkan 14 og 15.
Rennikappingin, sum Guttorm Sørensen og Treysti, sum skipa fyri, verður skipað soleiðis, at gentur og dreingir renna hvør fyri seg og vera bólkarnir
Undir Skúlaaldur,
1. og 2. flokkur
3. og 4. flokkur
6. og 6. flokkur
7. – 10. flokk.
Runnið verður við keiøkið, runt um flakavirkið. Vinnararnir, tað vil siga nr. 1, 2 og 3 fáa medaljur.
Skjótikappingin verður fyriskipað fyri 16 ár og eldri, og tey skjóta við luftbyrsu. Vinnarin av skjótikappingini fær steyp til ognar.
Ætlanin er, at tiltakið skal vera liðugt um kl. 17.00 sunnudagin og allur peningur, sum inn kemur fer óskerdur til Norðdepils og Hvannasunds Róðrarfelag.